• Samferðsluætlan

    Samferðsluætlanin 2018-2030 varð givið út í tveimum bindum, har allar viðkomandi verkætlanir vórðu lýstar við ymsum møguleikum og kostnaðarmetingum.

    Eisini vórðu onnur nýggjari og bleytari evni tikin við ella útgreinað sum fólkaheilsa, búskapar/fígging/játtan, ferðslutrygd, ferðavinna og annað.

  • Kommunuætlan

    Kommunuætlanir eru ymiskar, bæði í vavi og innihaldi. Senit hevur einsamalt leitt verkætlan við dagføring av byggisamtykt í kort- og tekstformi og prosa. EIsini hevur Senit verið við í smærri arbeiði við kommunuætlanum.

    Hetta kann vera ein drúgv og samansett tilgongd, og við Senit verður umsiting og stýrið avlastað, tí sitið verður við uppgávuni burturav.

  • Vetrarfriðingarætlan

    Í dag ynskja fleiri og fleiri íbúgvar at skilt verður ímillum bústaðarøki og bitøki. Tað kann vera eitt sera fløkjasligt samskifti. Tað er ráðiligt at nýta uttanveltaða semjusøkjandi ráðgeving.

    Kommunan, bøndir og festarar, eigarar og íbúgvar eru kanska ymisk í máli um, hvussu hegnið skal setast. Senit royndir innan vetrarfriðing og líknandi samskifti.

  • Samskipa tiltøk

    Planlegging fevnir víða, og nýtist ikki bert at vera býarskipanarlig. Senit hevur samskipað ávís tiltøk, sum millum annað ruddingardagar, aðalfundir og eitt brúdleyp.

    Vit hava royndir at finna bestu veitarar til høli og tað, sum nýtast skal til høvið.

    Fyrispurningur um øll sløg av tiltøkum er áhugaverd fyri okkum.

  • Marknaðarføring og samskifti

    Senit hevur samskipað marknaðarføring á sosialum miðlum fyri fyritøkur og áhugafelagsskapir.

    Tað er umráðandi, at boðskapurin úteftir bæði er væl skrivaður og lýstur og eisini visuelt dragandi.

    Eisini hevur Senit snikkað saman framløgur um ítøkilig evni til ítøkilig høvi.