Um Senit

Senit varð stovnað í januar 2022 við tí fyri eyga at sleppa at arbeiða við býar- og landsplanlegging burturav. Planlegging er mín útbúgving, tað er mítt lyndi og eg ynski at fáa góð úrslit burturúr.

Vit hava øll eina fatan av, hvat planlegging er og merkir í tilveruni og dagliga virki. Tó kann staðfestast, at vit øll megna ikki altíð at føra tað út í virki á besta hátt. Ella í hvussu so er, fáa vit ikki altíð alt at renna saman uttan frávik og avbjóðingar í tilgongdini. Fyrsta treyt fyri at náa einum máli er nevniliga góð planlegging og fyrireiking.

Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka. Fullfíggjað planlegging og fyrireiking av stórum og smáum verkætlanum hevur ikki vunnið fótafesti í Føroyum. Tað er enn ikki vorðin ein fyrisitingarligur vani ella ein nóg stór politisk raðfesting. Hetta er ikki av illvilja, men tí enn verður í ov stóran mun virkað eftir gomlum siði.

Ein nýggj tíð krevur nýggja hugsan, og opinleika. Senit hevur hugsanina og vil fegin møta opinleika, har úrslitagóð planlegging og samskipan kann gera mun.

Eg eri sera spentur uppá at koma í gongd, og vóni, at tað verður tikið væl ímóti fyritøkuni.

Sigurd Justinussen, stjóri