
hvat er planlegging?
— og hví er tað ein tænasta?
Hvat siga orðabøkurnar?
Sprotin: ráðlegging, ráð(a)gerð, ætlanir, tað at leggja eitt til rættis, tað at gera ætlan el. verkætlan um eitt; (samf.) taktisk planlægning stevnumyndan
Ordnet.dk: udarbejdelse og formulering af en plan for noget også om selve planen som resultat af denne proces
Oxford Learner’s Dictionaries: the act or process of making plans for something
hví er planlegging ein vøra, sum kann seljast?
Fyrst og fremst, so eyðmerkir tað klárt og týðiligt, hvat málið er. Tað ger tað lættari at vita, hvør tørvurin er, og hvørji neyðug tiltøk ella átøk eiga at verða sett í verk.
Tó er tað ein avbjóðing at fáa eina tilgongd at hava tryggar og sterkar grundsúlur, áðrenn hon fer í gongd. Hetta kemur í høvuðsheitum av manglandi planlegging, og ov lítið raðfesting til tilgongdina og har málið ella endaúrslitið vigar ov nógv. Allar verkætlanir, smærri sum størri, kunnu gerast væleydnaðar um tíð, fígging og góðska halda.
Avleiðingar av manglandi planlegging síggja vit kanska mest í heilt stórum byggiverkætlanum, har heilt nógvir arbeiðstakarir skulu skipa tilgongdina saman við verkætlanarleiðara.
Hetta er tó at síggja allastaðni í smærri høpi eisini. Smærri verkætlanir eru ofta uttan fullfíggjaða fyrireiking, og hóast endaúrslitið er gott í sær sjálvum, ella gerst betri yvir tíð, so hevur umdømið fingið ein smeitur.
Ein onnur avbjóðing, sum hevur við føroyska mentan og fatan av planlegging, er, at planlegging er ikki ein framleidd vøra. Hví gjalda fyri nakað, sum ikki sæst. Tíðin er búgvin til at Føroyar taka planlegging sum týðandi faklig praksis til sín.
Tíð. Kostnaður. Góðska
Fyrst og fremst er neyðugt, at ein og hvør verkætlan hevur eina góðskuætlan, soleiðis at krøvini frá kundanum verða møtt. Her verður funnið útav, hvat hevur størsta týdningin fyri verkætlanina, hvat tilfeingi er neyðugt, hvørji fet skulu takast og arbeiðslýsing.
Hvørji eru málini, hvørjar eru tilgongdirnar, sum skulu setast í gongd, hvørjir eru leiklutirnir og hvør hevur ábyrgd, standard krøv og hvussu verður góðska mátað? Hetta eru alt viðkomandi spurningar, og tað vísir eisini, hvussu samansett tað kann vera at seta eina verkætlan í gongd, sum kemur at eydnast.
Vit kenna eftirhondini avleiðingar av verkætlanum, har fyrireiking og planlegging ikki hevur verið raðfest ella virkað væl. Tað verður farið yvir tíð, tosað verður um eykarokningar, -játtanir, dagbøtur og annað. Ábyrgdin skiftir bústað í heilum, og hvørki høvd ella hali er at hóma í øllum rokinum. Eitt landsstýrisfólk missir kanska sín sess, ein stjóri verður koyrdur ella starvsfólk siga upp.
Djúpi tallerkurin hesum viðvíkjandi er uppfunnin, og vit hava møguleika at hyggja aðrastaðni fyri íblástur. Tó eru føroyingar serfrøðingar í føroyskum viðurskiftum. Neyðugt er við góðum samskifti millum politiska myndugleikan og fakligu serfrøðina.