Samskifti
Gott samskifti millum partar er fyrsta fyritreyt fyri, at mál verða rokkin. Effektivt samskifti er saman við planlegging ein trotvøra í Føroyum.
Ein og hvør boðskapur rakar sum oftast á mál, um hann er greiður, einfaldur og ikki ov samansettur.
Talan kann vera um samskifti frá evsta myndugleika til borgarar, frá privatfyritøku til kundar og einstaklingar. Marknaðarføring, kunnandi tilfar um eitthvørt, politiskur hvirluvindur og annað.
Senit kann loysa samskiftisuppgávur fyri almennar stovnar, privatar fyritøkur og einstaklingar.