Skulu tit giftast?

Ja, planlegging er eitt vítt hugtak. Vit kunnu hjálpa tykkum við fyrireikingunum til stóra dagin.

Tað kann nevniliga vera ógvuliga tungt at fyrireika brúdleyp, um ikki verður byrjað í góðari tíð og um tað ikki verður planlagt.

Senit velur ikki farvur, dekoratión, matskrá, men heldur samskipar tilgongdina sjálva.

Tað merkir, at vit byrja beinanvegin at gera avtalur, fíggjarætlan gerast og annað úr stóru rúgvuni.

Skulu tit hava fínan bil at koyra tykkum? Ynskja tit góðan mat, men vilja hava fíggjarætlanina í huga? Skulu tit sova á hotell dagin eftir veitsluna? Gott er at byrja beinanvegin, so alt sum hoyrir til ikki skal rindast uppá eitt stutt tíðarskeið, men heldur yvir longri tíð.

Vit kunnu taka eina samrøðu og so fara vit í gongd beinanvegin.