verkætlanar-leiðsla

Lætt er at siga at skynsom verkætlanarleiðsla innan býarplanlegging skal praktiserast. Tað er tó ikki líkatil - annars vóru allar verkætlanir væleydnaðar.

Avbjóðingar innan verkætlanir og -tilgongdir er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, men við góðum royndum, mentum førleikum, viðkomandi lesnaði og ikki minst ‘benchmarking’, har íblástur fæst aðrastaðni frá, ber væl til at lætta um verkætlanartilgongdir.

Senit veitir ráðgeving í verkætlanum, har viðkomandi amboðini verða tikin í nýtslu. Innleiðandi prátið er óbindandi og ókeypis. Møguligt er at Senit veitir ráðgeving í fyrireikingarfasuni ella gjøgnum alla tilgongdina.