Býarskipan

Býarskipan er sera víttfevnandi virksemi. Tað kann vera við kommunalum verkætlanum, smærri ætlanum, tiltøkum og átøkum av ymsum slagi.

Eitt nú kann tað vera broyting av byggisamtyktini fyri tykkara kommunu. Tað kann vera, at byggisamtyktin ella -samtyktirnar ikki eru dagførdar. Her kann vera nógv arbeiði at rudda upp í til frama fyri at nútíðargera byggisamtyktina.

Vetrarfriðing kann eisini vera ein avbjóðing at fáa framda. Í hesum førinum er møguligt at gera eina heildarætlan fyri ætlaðu vetrarfriðingina, samskifta við bøndir og privatfólk, sum eiga lendi, ið verður ávirkað av vetrarfriðingini, finna besta veitarin og annað.

VIt veita ráðgeving í allari menning av tykkara býi ella bygd.

Við einum óbindandi práti kunnu vit finna fram avbjóðingarnar, sum eru at hóma í lokalsamfelagnum , hvørjar loysnir kunnu setast í verk og fremja tær í verki.

Nøkur hent amboð

  • Kanningar

    Við trivnaðar- og nøgdsemiskanningum er møguligt at fáa innlit í, hvørjar avbjóðingar lokalsamfelagið hevur.

    Slíkar kanningar geva borgarum møguleikan at koma til orðanna og seta orð, hvørji tiltøk, tey ynskja, verða sett í verk.

    Soleiðis er eitt samskifti byrjað millum kommunu og borgara, og kommunan ger síðani ætlanir fyri, hvussu skynsamast er at fara fram.

  • Borgaraluttøka

    Tað eru alskyns fyrimunir við at borgarin kennir seg virdan og sum ein týðandi part av heildarsamfelagnum.

    Um borgarin verður væl upplýstur og spurdur til, so fær hann eina fatan av arbeiðnum, sum kommunan ger. Hóast ósemja er, er størri møguleiki fyri einum siðiligum og fólkaligum samskifti millum myndugleika og borgara.

  • Borgarafundir

    Tey tiltøk, sum hevur størri ávirkan og nærsamfelagið, skulu hava rúm fyri afturmeldingum.

    Frægast er at gera hetta við borgarafundum, har leiðsla og starvsfólk vísa á, hví ein ávís verkætlan fer í gongd, hvat grundarlagið er, hvørjir fyrimunir er, hvørjir vansar eru og so framvegis.

    Síðani er møgulig hjá borgara at seta spurningar beinleiðis og fáa greitt svar. Viðhvørt er neyðugt við fleiri fundum - serliga um evnið er viðbrekið, stórt í vavi og samansett ella er í einum størri býi. Upplagt er eisini at hava workshops og líknandi, soleiðis at borgarin verður drigin inn í arbeiðið og tilknýtið styrkist.