Heildarætlan

Skulu tit gera eina heildar-, kommunuætlan ella frágreiðing? Hava tit sum kommunustýrið ynski at vísa á visjónir tykkara út til borgararnar? Hava tit sum stovnur ella fyritøka ynski at vísa fram eitthvørt úteftir til lokalsamfelag, kunda ella at nýta innanhýsis?

Vit kunnu samskipa arbeiðið heilt frá byrjan við at gera nýggja heildarætlan, dagføra verandi ella hjálpa til í arbeiðinum, sum verður gjørt innanhýsis hjá tykkum.

Ein heildarætlan kann vera annað enn ein kommunuætlan, tað kann vera um ávís evni sum eitt nú yvirlit yvir tóm hús og óbygd grundstykki, um havnaøkið ella vetrarfriðing.

Eisini hava vit gott samskifti við grafikarar, og kunnu veita eina heildarvøru.

Hvussu mennast hesar visjónir frá orðum til veruleika? Lat okkum taka eitt óbindandi prát og finna útav, hvussu hesar visjónir verða lýstar og framdar í verki við góðum úrslitum!

Fyrimunir við eini heildarætlan

  • Gjøgnumskygni

    (Heildar)ætlanir skapa gjøgnumskygni og vísa á mál, stevnumið og visjónir.

    Hetta gagnar øllum pørtum, sum ein slík ætlan kann verða viðkomandi fyri.

    Til dømis er tað ein hentleiki fyri nýggja býar- ella bygdaráðið at vísa á sínar ætlanir, ið tey ynskja at arbeiða við komandi fýra árini. Borgarin og vinnulívið síggja eisini, hvørjar framtíðarætlanirnar eru, og kunnu tillaga seg tí.

  • Up to date

    Við javnari dagføring kunnu ætlanir vísa á nýggjastu vitanina og nýggjastu rákini innan viðkomandi fakið.

    Í flestu førum, har ein heildarætlan ella evnisætlan ger seg galdandi, er hetta sera hent hjá borgarum, vinnulívi og áhugabólkum, um innihaldið ávirkar tey og/ella nærumhvørvið á onkran hátt.

    Samfelagið í dag er í støðugari broyting og menning, og tað skapar nøgdsemi, at borgarar og kundar sleppa lætt til nýggjastu upplýsingarnar.

  • Skipað arbeiði

    Talan kann vera um sera samansett virksemi, sum krevur greiða frágreiðing. Eisini fyri tey, ið fremja arbeiðið, sum heildarætlanin umrøður.

    Innanhýsis er ein heildarætlan eisini eitt sera hent amboð at blaða í, tá onkur upplýsing gerst neyðugt at finna.

    Samansett virksemi hevur tað best at verða skipað og greidliga sett upp.